23.03.2026

2/3 av ungum í Húsinum fyri fosturtøkulógini

Í seinastu viku var val um fosturtøkulógina í Húsinum.

Valið var ein avleiðing av øllum teimum sera heitu kjakunum um fosturtøku millum tey ungu seinastu tíðina. Sum vera man, so eru tey ungu líka ósamd um hetta málið, sum restin av Føroya fólki.

Tí valdu vit at gera eina atkvøðugreiðslu.

Spurningurin var beint fram:

- ert tú fyri fosturtøkulógini?

- ert tú ímóti fosturtøkulógini?

51 ung millum 13 og 18 ár greiddu atkvøðu. 51 atkvøður svara til umleið 50% av okkara ungu, sum hava sína dagligu gongd her, tó stór óvissa er um júst rættað talið. Eisini kundi hugsast at bert tey, sum hava eina greiða meining í málinum hava greitt atkvøðu, meðan tey, sum ikki kenna seg heilt avgjørdan, hava hildið seg aftur við at atkvøða.

Hvussu er og ikki, so eru 34 av teimum 51, sum hava greitt atkvøðu, fyri fosturtøkulógini og 17 eru ímóti fosturtøkulógini. Tað vil siga, at 2/3 av ungum millum 13 og 18 ár, sum hava sína dagligu gongd í Húsinum, eru fyri fosturtøkulógini.